mánadagur 17. desember 2018
Eftirløn

 
Eftirlønin hjá limum Starvsmannafelagsins er millum tær bestu á arbeiðsmarknaðinum.

Hvussu høgt eftirlønarprosentið er, veldst um, hvørjum sáttmála tú starvast undir.

Avtalan millum Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya gevur 15 % í eftirløn, harav 1,5 % fer til samlagstryggingina og restin til persónliga eftirløn.

Avtalan við Føroya Tele er 15,5 %, harav 1,5 % fer í samlagstryggingina og restin til persónliga eftirløn.

Avtalan við SEV er 15,5 %, harav 1,5 % fer í samlagstryggingina og restin til persónliga eftirløn.

Avtalan við Posta er 15 %. Harav 1,5 % fer í samlagstryggingina og restin til persónliga eftirløn.

--
 
Persónliga eftirlønin verður flutt til Føroya Lívstrygging, og kemur við útgjald undir reglurnar í Rentutryggingarlógini.

Møguleiki er fyri at seta tryggingina saman eftir tørvi, antin at lata alt fara til eina uppsparing, ella at keypa fleiri aðrar tryggingar umframt.

Tosa við LÍV um, hvørjar tryggingar hóska best til tín tørv.
 
--