mánadagur 17. desember 2018
Setan


Spurningur: Hvørjar upplýsingar kunnu verða kravdar í eini setanarsamrøðu?

Svar: Til eina setanarsamrøðu er arbeiðsgevarin áhugaður í at finna út av, hvør umsøkjarin er sum persónur, hvørjar førleikar viðkomandi hevur, og um viðkomandi er egnaður til starvið. Tað eru rættiliga víðar “rammur” fyri, hvat arbeiðsgevarin kann spyrja um undir samrøðuni. Men javnstøðulógin hevur ávísar avmarkingar í hesum sambandi. Í § 3 í javnstøðulógini verður ásett, at tað er ikki loyvt arbeiðsgevara at gera mismun á løntakara vegna kyn. Hesin mismunur er bannaður í sambandi við t.d. starvssetan, uppsøgn, starvsmeting, lønarflokking, starvsuppflyting, farloyvi, arbeiðsumstøður og framíhjárættindi.

Persónsupplýsingarlógin er galdandi, um upplýsingarnar verða viðgjørdar talgilt ella verða skrásettar t.d. í einum starvsfólkamáli. Hóast arbeiðsgevarin hevur loyvi at spyrja um rættiliga nógv persónlig viðurskifti undir starvssamrøðuni, er ikki vist, at hann hevur loyvi at skráseta hetta í einum starvsfólkamáli. Hetta er serliga galdandi fyri spurningar um familjuviðurskifti og tílíkt, sum ikki hevur týdning fyri arbeiðsviðurskiftini.

Aftaná starvssamrøðuna hevur umsøkjarin rætt til at fáa at vita, hvørjar upplýsingar arbeiðsgevarin hevur skrásett í sambandi við samrøðuna. Hetta er galdandi, bæði um tú fær arbeiði og um tú ikki fær tað. Tað kann verða gjørt við at venda sær til arbeiðsgevaran og biðja um innlit við heimild í persónsupplýsingarlógini § 19. Um hann noktar fyri innliti, kanst tú venda tær til Dátueftirlitið.

--

Spurningur: Kann arbeiðsgevarin krevja persónleikaroynd undir eini starvssamrøðu?

Svar: Persónleikaroynd verður ofta gjørd navnloynd, t.d. soleiðis at umsøkjarin verður biðin um at svara nøkrum spurningum á einum telduskíggja ella oyðublaði, og tað sæst ikki, hvør hevur svarað spurningunum. Tílík navnloynd roynd er ikki fevnd av persónsupplýsingarlógini, og Dátueftirlitið kann ikki forða arbeiðsgevarum at gera tílíka roynd.

Goymir arbeiðsgevarin úrslitið av royndini á slíkan hátt, at tað kann knýtast at umsøkjaranum, eru viðuskiftini øðrvísi. Arbeiðsgevarin skal tá fylgja reglunum í persónsupplýsingarlógini. Hetta hevur m.a. við sær at sakligar orsøkir mugu vera fyri at gera royndina, og at úrslitið ikki verður goymt longur enn neyðugt fyri at røkka endamálinum. Tað er sjáldan neyðugt at heinta upplýsingar gjøgnum persónleikaroyndir av øðrum enn teimum mest viðkomandi umsøkjarunum.

--

Spurningur: Kann arbeiðsgevarin krevja revsiváttan?

Svar: Ein revsiváttan er ein útskrift úr sentralu kriminalskránni, sum løgreglan umsitur. Ein arbeiðsgevari kann við samtykki frá starvsfólki/umsøkjara venda sær til løgregluna og fáa eina revsiváttan. Men hóast umsøkjarin samtykkir, so hevur arbeiðsgevarin ikki altíð rætt til at innheinta revsiváttanina. Fyri at arbeiðsgevarin skal hava rætt til eina revsiváttan, krevst m.a. at sakligar orsøkir eru fyri hesum, at revsiváttanin skal vera viðkomandi og ikki fevna um meira enn krevst fyri at røkja endamálinum.
 

.