mánadagur 17. desember 2018
Persóntalið


Spurningur:
Kann arbeiðsgevarin krevja persónstalið frá starvsfólkinum? 

Dátueftirlitið: Arbeiðsgevarar innan fyri tað almenna, kunnu nýta persónstalið sum skránummar ella fyri at eyðmerkja fólk. Fyri privata arbeiðsgevaran eru krøvini eitt sindur strangari. Her skal starvsfólkið geva sítt samtykkið ella skal viðgerðin hava heimild í lóg.
Persónstalið skal altíð viðgerast við serligum ansni. Hóast starvsfólk hava latið sítt persónstal til arbeiðsgevaran er tað ikki tað sama sum at arbeiðsgevarin kann lata tað víðari ella gera tað alment kent. Tað eru serligar ásetingar í § 11 í persónsupplýsingarlógini um hesi viðurskifti.


.