fríggjadagur 17. august 2018
Feria
 
Spurningur: Hvussu langa feriu havi eg sum limur í Starvsmannafelagnum?
 
Svar: Vanliga ferian er 5 vikur, ella 30 yrkadagar, árliga. Hvør vika telur 6 yrkadagar, frá mánadegi til leygardag. 
 
Feriuárið verður roknað frá 1. apríl til 31. mars, har tú vinnur 2,5 dagar hvønn mánað. Hetta merkir, at tú fært vanliga mánaðarløn hvønn mánað, eisini tá tú ert í feriu. Men harumframt fært tú eisini eitt frítíðarískoyti á 1½ prosent av árslønini útgoldið 1. mai.
 
Fellur ein fastur sáttmálasettur frídagur í summarfrítíðini, eitt nú ólavsøkan, verður annar feriudagur latin í staðin. Tó ikki, um frídagurin fellur á ein sunnudag.
 
Umframt hesar 5 vikurnar, hevur Starvsmannafelagið samrátt seg til eina serstaka fríviku. Hetta ger, at limir felagsins kunnu halda feriu í 6 vikur árliga. Les meira um serstøku frívikuna HER!
 
Ert tú ikki í føstum starvi, hevur tú kortini rætt til feriu í 5 vikur árliga. Tú fært tó ikki vanliga løn í feriuni, men 12 prosent av árslønini útgoldna í feriupengum 1. mai. Hesin peningur skal røkka til tíðarskeiðið, tá tú fert í feriu.