fríggjadagur 17. august 2018
Limaskapur

 

 
Spurningur: Hví skal eg vera limur í Starvsmannafelagnum?
 
Svar: Grundtankin í fakfelagsrørsluni er, at í felagsskapi røkka vit málum, sum vit ikki høvdu rokkið sum einstaklingar.
Við at standa saman í solidariskum anda, kunnu vit gera okkara til, at arbeiðslívið verður gott og trygt, at vit fáa sámuliga løn og frítíð, ávirkan og vernd.
Les meira um fyrimunirnar við at vera limur í Starvsmannafelagnum HER!
 
--
 
Spurningur: Hvat hendir, um eg ikki vil gerast limur?
 
Svar: Limirnir eiga sáttmálan, og tú hevur í prinsippinum ikki rætt til sømdirnar, sum sáttmálin ásetur. Heldur ikki ert tú umfatað av tryggingini, sum felagið hevur vunnið limum sínum, eitt nú lívstrygging og trygging í sambandi við hættisliga sjúku.
Sum heild verður tað illa sætt, at starvsfólk ikki eru limir í fakfelag. Hesi dúva upp á úrslit, sum onnur hava stríðst fyri, og seta seg á hendan hátt uttan fyri felagsskapin.
 
-- 
 
Spurningur: Hvat kostar tað at vera limur?
 
Svar: Limagjaldid er 1,5 prosent av grundlønini.
 
--
 
Spurningur: Hvat geri eg, um eg skifti starv?
 
Svar: Set teg ALTÍÐ í samband við felagið, tá tú skiftir starv. Her fært tú røttu kunningina um limaskap, limagjald, eftirløn og so víðari.
 
--
 
Spurningur: Hvat fer limagjaldið til?
 
Svar: Limagjaldið fer til raksturin av felagnum. Hetta fevnir eitt nú um samráðingar fyri limirnar og at vera limunum til hjálpar í øllum arbeiðsviðurskiftum. Eisini fer ein partur til at menna álitisfólkini og at tryggja limunum løn undir verkfalli. 
 
--

 

Spurningur: Hvør kann gerast limur í Starvsmannafelagnum?
 
Svar: Arbeiðir tú innan eitt øki, sum er umfatað av sáttmálanum hjá Starvsmannafelagnum, eitt nú í almennu ella kommunalu umsitingini, á Posta, hjá Føroya Tele, Sjúkraflutningstænastuni, Vaktar- og Bjargingartænastuni ella Strandferðsluni er Starvsmannafelagið, títt felag. 
 
--
 
Spurningur: Hvussu gerist eg limur?
 
Svar: Tá tú verður sett í starv, fært tú eitt setanarskriv, har avrit verður sent felagnum. Tá ert tú limur. Limagjaldið verður vanliga flutt sjálvvirkandi av lønini.