mikudagur 17. oktober 2018
Eftirløn og trygging
 
Spurningur: Hvør er munurin á eftirløn og pensjón?
 
Svar: Eftirløn er tað, sum tú sparir upp til tín sjálvs í eini eftirlønarskipan, í okkara føri hjá Lív. Hvørja ferð tú fært løn, leggur arbeiðsgevarin 15 prosent omaná, sum hann flytir í eftirlønarskipanina.
 
Pensjón er hinvegin ikki tengt at limaskapi í pensjónsgrunni. Allir borgarar hava rætt til fólkapensjón, tá teir røkka teimum 67 árunum. Harumframt fáa allir pensjónistar gjald úr Samhaldsfasta Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum, sum allir løntakarar og arbeiðsgevarar rinda eitt prosent av lønini til.  
 
--
 
Spurningur: Hvat er ein samlagstrygging?
 
Svar: Felagið hevur keypt eina felags samlagstrygging, sum nærum allir limir eru fevndir av. Samlagstryggingin gevur endurgjald í sambandi við deyða og hættisliga sjúku. Av teimum prosentunum, sum arbeiðsgevarin leggur afturat lønini til eftirløn, fer 1 prosent í samlagstryggingina, sum Lív umsitur. Nærri vegleiðing um samlagstryggingina HER!
 
--
 
Spurningur: Hvat er ein hjúnarfelagstrygging?
 
Svar: Samlagstryggingin er eisini fevnd um eina sonevnda hjúnarfelagstrygging, sum ger, at hjúnafelagi/samlivi hjá limi eisini er umfataður av lívstryggingini – men við helvtarupphædd. Hetta merkir eitt nú, at um hjúnarfelagi/sambúgvi hjá limi, ið er yngri enn 50 ár, doyr, so fær limurin 350.000 krónur í endurgjaldi. Hetta er helvtin av 700.000, sum er upphæddin fyri limir.
Legg tó til merkis, at tað altíð er aldurin hjá liminum, ið er avgerandi fyri útgjaldsupphæddini.
At vera sambúgvandi merkir, at tit hava livað saman longri enn tvey ár. "Deilt borð og song", sum tikið verður til. Sostatt er hetta ikki galdandi fyri systkin o.l., tí talan skal vera um hjúnarbandslíknandi samliving.
 
--