leygardagur 21. juli 2018
4: Betri barsilsskipan - Útgjaldsloftið
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
Ein góð barsilsskipan er ógvuliga virðismikil, bæði fyri familjulív, arbeiðsmarknaðin og samfelagið. Ein góð skipan er mennandi fyri familjulívið, gevur møguleika fyri at varðveita sambandið við arbeiðsmarknaðin og kann vera við til at eggja útisetum at koma heimaftur til Føroya og harvið tálma fráflytingini. Hóast batar eru hendir, so eigur útgjaldsskeiðið at verða longt. Eisini er tað óheppið, at skipanin hevur eitt útgjaldsloft, sum er ov lágt (í løtuni 25.000 kr.). Hettar kann eggja til, at fólk við hægri inntøkum halda seg frá at nýta skipanina.
 
Starvsmannafelagið heldur:
At útgjaldsloftið eigur at verða hækkað.
 
 
Flokkarnir halda:
 
Fólkaflokkurin:
Útgjaldsloftið er í dag ein forðing fyri nógvar familjur. Vit halda tað eigur at verða hækkað
 
Sambandsflokkurin:
Barsilsgjaldið eigur ikki at hækka. Orsøkin er, at vit í Føroyum hava millum hægstu barsilsgjøld um mánaðin í norðurlondum. I t.d. Danmark fáa tey tað sama sum dagpeningasatsin, t.e. umleið 16 -17.000 kr. um mánaðin.
 
Málið er hinvegin at røkka einari longri barsilstíð uppá sikt, eitt ár - og/ella evt. hava eina meira fleksibla skipan.
 
Javnaðarflokkurin:
Eingin viðmerking.
 
Nýtt Sjálvstýri:
Tað sum er umráðandi er, at fólk ikki setast aftur. Vit mugu hugsa um eitt trygt familjulív, samstundis sum vit eisini mugu gera eina skipan, ið ikki kostar samfelagnum alt ov nógv. Nýtt Sjálvstýri fer ikki at lova eina øking, men vil gjarna kanna allar møguleikar út í æsir.
 
Tjóðveldi:
Upprunaliga var útgjaldsloftið hægri, men av fíggjarligum orsøkum varð tað ásett. Ideella prinsippið er, at Barsilsskipanin gevur fulla lønarkompensatión, sum eisini vil eggja til at hægri lønt – og harundir menn, sum enn hava hægri løn – kunnu velja at fara í barsil, uttan at lata fíggjarlig atlit gera av. Tó er av fíggjarligum og sosialum ávum ivaleyst neyðugt at hava eitt loft. At tey sera høgt løntu, sum hava møguleikan at spara upp og leggja øðrvísi til rættis, skulu hava fult lønarendurgjald, er ikki skilagott.
 
Framsókn:
Tað er ein spurningur um raðfesting og ein spurningur til arbeiðsmarknaðin at avgerða.
 
Miðflokkurin:
Vit meta hetta markið at vera eina óneyðuga forðing, sum kann taka frá nøkrum børnum og kvinnum ta gleðina og tann stuðulin, at pápin fær møguleika at verða heima nakrar fáar vikur. Og fíggjarliga er ikki stórvegis útreiðslur fyri skipanina, tí talan er bert um nøkur fá- og hesi gjalda enntá sjálvi til skipanina av allari inntøku sínari.