mandag 11. december 2017
9: Skattafrádráttur fyri fakfelagslimaskap
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
Tað er týdningarmikið fyri okkara samfelag, at vit hava eina sterka fakfelagsrørslu og ein væl skipaðan arbeiðsmarknað. Ein fortreyt fyri hesum er, at so nógv starvsfólk, sum til ber, eru skipað í felag. Tíverri er rákið í nógvum londum í dag, at limaskarin í fakfeløgunum minkar, og tað vísir seg, at fíggjarligar grundir eru til, at fleiri velja feløgini frá. Vit seta okkara álit á, at politisku flokkarnir síggja virðið í, at starvsfólk eru skipað í felag, og at teir stuðla eini skipan við skattafrádrátti fyri limaskapi í fakfelag.
 
Starvsmannafelagið heldur:
At ein skipan, har starvsfólk kunnu draga kostnaðin av limaskapi í fakfeløgunum frá í skattinum, eigur at verða sett á stovn.
 
Flokkarnir halda:
 
Fólkaflokkurin:
Altíð eru nógv uppskot um at lætta um skattatrýstið. Eitt er, at limagjald til felagsskapir, vit velja at vera í, skal kunna trekkjast frá í skatti. Vit eiga ikki at úthola skattaskipanina við frádráttum; vit eiga at leggja okkum eftir at lækka skattatrýstið sum heild.
 
Sambandsflokkurin:
Sambandsflokkurin tekur undir við, at starvsfólk skulu hava fullan rætt til at skipa seg í fakfeløgum.
 
Men Sambandsflokkurin tekur ikki undir við, at kostnaðurin av hesum verður goldin við skattakrónum.
 
Vit hava eina bruttoskattaskipan við fáum frádráttum, og tí er tað eisini ímóti andanum í skattaskipanini at geva frádrátt fyri slík gjøld.
 
Javnaðarflokkurin:
Eingin viðmerking.
 
Nýtt Sjálvstýri:
Nýtt Sjálvstýri er ikki sannført um, at skattafrádráttur fyri limaskap er gongda leiðin. Tað eru stórar styrkir fyri tann einstaka borgarin á arbeiðsmarknaðinum, at innlima seg í eitt fakfelag, bæði tá ið tað kemur til løn og arbeiðsumstøður. Nýtt Sjálvstýri vil fyrst og fremst raðfesta skattalætta til lág- og miðalinntøkur, tí eyðsæð er, at kostnaðurin fyri skattafrádrátt fyri limaskap kann gerast kostnaðartungt fyri landskassan.
 
Tjóðveldi:
Neyðugt er at eggja øllum til at gerast limur í fakfelag. Á privatu arbeiðsgevarasíðuni, er tað ikki skattskyldugt at rinda limaskap í vinnufelagi. Tað sama eigur at galda fyri løntakarar. Og lættast er tekniskt, at fakfelagslimagjald verður goldið av løn áðrenn skatting.
 
Framsókn:
At trekkja frá fyri limagjald og stuðul fyri ávís áhugamál hevur verið til viðgerðar í tinginum nakrar ferðir. Enn hevur hetta ikki vunnið frama, og halda vit at tað er óheppi at loyva hesum.
 
Miðflokkurin:
Endamálið við at krevja inn skatt, MVG o.l. er at kunna skipa samfelagið á einum samhaldsføstum støði, har innkomni peningurin verður býttur út á ein slíkan hátt, at tey mest tørvandi verða tryggjaði - hetta er sokallaða umfordeilingin. Ynskini um frádráttir í skattaskipanini og um frítøku í MVG skipanini eru margfald, summi betur grundað enn onnur. Higartil hevur politiski myndugleikin verið sera varin við at gera undantøk, gott í flestu førum, óskiljandi í øðrum (t.d. ikki at vilja frítaka neyðsynjarvørur fyri MVG).
 
Miðflokkurin heldur tað ikki vera neyðugt, at fakfeløg, gjøgnum eina frádráttarskipan fyri limagjald limanna, fáa lut í skattakrónum. Hesar eiga at verða brúktar til nógv meira krevjandi økir.