fríggjadagur 17. august 2018
Frítíðarhúsini

Felagið eigur tvey frítíðarhús, sum limirnir kunnu leiga fyri ein sámuligan prís.

Annað húsið er í Skálavík og hitt er við Gjógv.
 
Húsini eru eru vælegnað til familjutúrar, men kunnu eisini vera karmur um bólkaarbeiði og annað.
 
Limir felagsins kunnu leiga húsini fyri 300 krónur um samdøgrið. Kostnaðurin er 600 krónur um samdøgrið, um leigararnir ikki eru limir.
 
Dýnur, koddar og madrassur eru í húsunum, men tit mugu sjálvi taka seingjarklæði, handkløð, viskustykkir og klútar við.
 
Tú sært nær húsini eru tøk í kalendaranum her á síðuni.

Til ber at bíleggja húsini, við at senda teldupost á starvsmannafelag@starvsmannafelag.fo ella við at ringja á 614868 eftir klokkan 13.

Kontonummar til leigu er: 9181 – 4180196