mánadagur 24. juni 2019
Fjórða ídnaðarkollveltingin á føroyskum
Fjórða ídnaðarkollveltingin á føroyskum

26. apríl 2019 - kl. 15:00


TEMADAGUR: Sjálvkoyrandi bilar, møblar, sum kunnu samskifta hvør við annan, 3D prentarar og berbar tøkni, ið verður bygd inn í klæðir og dimsar av ymsum slagi, eru antin longu veruleiki ella verða tað innan lutfalsliga stutta tíð. Herfyri varð temdagur í Kongshøll um fjórðu ídnaðarkolleveltingina, sum fer at hava størri og víðfevndari ávirkan á okkara gerandisdag enn nakað annað, sum menniskjan higartil hevur upplivað – eisini á arbeiðsmarknaðinum.

 

Kári Mikkelsen, journalistur

Jens Kr. Vang, fotografur
 

Robottar fara at megna at yvirtaka vælferðaruppgávur á sjúkrahúsum og røktarheimum, 3D printarar kunnu byggja heili hús, so handverkarar kunnu sparast burtur, meðan dronur fara at flyta vørur av ymsum slagi skjótari, enn nakar lastbilførari kann fylgja við.

 

Hetta eru nøkur av framtíðarútlitunum, tá tosað verður um fjórðu ídnaðarkollveltingina.Talan er um eitt sonevnt paradigmuskifti, sum er tað at fara frá eini vísindaligari mannagongd til eina aðra. Nakað, sum heimurin sambært World Economic Forum stendur á gáttini til beint nú.

 

Fjórða ídnaðarkollveltingin verður ein fullkomin sameining millum talgilda heimin og ta fysisku framleiðsluna. Hetta sæst longu í til dømis bilídnaðinum, har robottar gera tað arbeiði, sum handverkarar og onnur starvsfólk fyrr gjørdu. Eisini megna robottar nú at virka sum armar og bein hjá nógvum avlamnum fólkum.

 

Mótvegis teimum fyrstu trimum ídnaðakollveltingunum, byggir fjórða ídnaðarkollveltingin ikki á nakra ávísa tøkni, men á nógvar tøknir. Fjórða ídnaðarkollveltingini fer at síggjast aftur í so at siga øllum greinum innan ídnað, og fer at broyta hesar frá grundini av. Somuleiðis verður heimsbúskapurin og altjóða arbeiðsmarknaðurin sambært serfrøðingum grundleggjandi broyttur.

 

Gjøgnumgangandi grundstøðið undir tøkniligu menningini er sonevndur “kunstigur intelligensur” ella á føroyskum “manngjørt skilvit.” Í stuttum snýr hetta seg um at leggja skilvit inn í maskinur, sum síðani megna at taka sínar egnu avgerðir.


Annaðhvørt starv kann hvørva

Fjórða ídnaðarkollveltingin hevur longu sett síni spor allastaðni kring okkum. Eitt nú eru sjálvkoyrandi bilar, dronur, Siri á iPhone, Google Translate og Netflix dømir um, hvussu fjórða ídnaðakollveltingini longu hevur broytt gerandisdagin hjá mongum.

 

Tá ræður um arbeiðsmarknaðin er semja um, at hesin fer at broytast rættiliga avgerandi. Eitt nú halda serfrøðingar, ið standa aftanfyri eina lutfalsliga nýggja frágreiðing frá Hvítu Húsunum, at bara “manngjørt skilvit” fer at troka millum 9 og 47 prosent av verandi størvum burtur. Sigast má, at óvissan í tølunum er stór, men í evsta føri kann hetta fara at merkja, at næstan annaðhvørt av heimsins størvum hvørvur.
 

Herfyri skipaði Magistarafelag Føroya fyri temadegi í Kongshøll um fjórðu ídnaðarkollveltingina. Í innbjóðingini til dagin skrivar felagið millum annað, at “summi vilja vera við, at hendan kollveltingin fer at vera tann mest víðfevnda, sum menniskju hava verið partur av. At hendan kollveltingin er á gáttini, og at vit øll liva í og eru partur av henni sum persónar og samfelag”.
 

Tey broytingarsinnaðu standa seg best

Yvirskipað var spurningurin hjá Magistarafelag Føroya, hvussu fjorða ídnaðarkollveltingin fer at ávirka samfelag, arbeiði, útbúgving og okkum sum menniskju.

 

Á skránni vóru fleiri áhugaverdar framløgur. Fyrstur var Martin Zachariassen (myndin omanfyri), ið er føroyskur professari í teldufrøði, og nýliga settur sum rektari á IT Universitetinum í Keypmannahavn. Hann lýsti á áhugaverdan hátt, hvussu skjótt menningin er gingin síðani fyrsta teldan av slagnum Dask kom í 1960. Í 1997 kom IBM við Deep Blue, ið megnaði at vinna á Garry Kasparov, ið tá var heimsmeistari í talvi. Síðani hevur menningin av manngjørdum skilviti tikið rættiligt dik á seg.

 

Eisini Rúnar Reistrup, MA í informatiónsstudium, nevndarformaður í Nema-samtakinum og áðrenn tað stjóri í Hey, lýsti tøkniligu menningina sum fyri okkara viðkomandi hevur flutt seg frá líggja til robott. Hann heldur, at vit føroyingar eru sera væl við, tá ræður um teldutøkni, og at vit sum heild hava dugað væl at umstilla okkum til nútímans tøkni. Rúnar Reistrup heldur, at tað serliga í tænastuvinnuni fer at ganga ógvuliga skjótt við automatiseringini, men at hendan nýggjasta ídnaðarkollveltingini skapar nógvar nýggjar møguleikar fyri tey, sum eru broytingarsinnaði ella duga at taka ímóti broytingum. Hann vísti á, at ferðavinnan ongantíð hevði klárað at marknaðarført seg so væl og effektivt, uttan at brúka internetið sum amboð.
 

 

Rúnar Reistrup hevur framløgu

 

Eisini vísti Rúnar Reistrup á dømir um fyritøkur, sum nærum eru bukkaðar undir skjótu menningini, tí tær ikki náddu ella vildu tillaga seg nýggju tøknina. Eitt nú Kodak, sum í 1996 hevði 130.000 fólk í starvi, men nú liggur niðri á 5.000 starvsfólkum. 
 

Nógvir hart trýstir starvsbólkar

Anne Dencker Bædkel, sosiologur og framtíðargranskari á Institut for Fremtidsforskning í Keypmannahavn, gav millum annað nøkur boð uppá, hvussu fjórða ídnaðarkollveltingin fer at broyta samfelagið. Menningin hevur verið øgilig bara síðani 2003, tá heimsins 6,3 milliardir íbúgvar høvdu 500 milliónir samanbundnar teldueindir. Í 2015 var hetta talið 25 milliardir og næsta ár verða 50 milliardir teldueindir samanbundnar. Í 2030, tá tað vera 8,5 milliardir heimsíbúgvar, verður talið av samanbundnum teldueindum 125 milliardir. Tað vil siga í miðal næstan 15 eindir fyri hvønn einasta íbúgva á jørðini. Í 2003 var talið nærum tað øvugta við 19 fólkum fyri hvørja samanbundna teldueind.
 

 

Áhoyrarar í Kongshøll

 

Vit geva Mikael R. Lindholm, sum hevur skrivað fleiri bøkur um tøkni, nýskapan og samfelagsmenning, seinasta orðið í hesi greinini. Hann skrivar soleiðis í einum bloggi á donsku heimasíðuni, DenOffentlige.dk:
 

“Nøkur fólk fara at trívast við teimum nýggju møguleikunum, meðan onnur verða hart trýst. Sum eitt dømi er manningartalið á risastórum skipum longu niðri á nøkrum heilt fáum fólkum takkað verið sjálvvirkandi skipanum. Við manngjørdum skilviti (kunstig intelligens) hvørva tey seinastu fólkini. Lastbilar í Singapore koyra longu uttan førarar, tað sama fara rutubilarnir skjótt at gera. Eisini verða bókhaldarar, løgfrøðingar, málsviðgerðarar, seljarar, meklarar og nógvir aðrir starvsbólkar i stóran mun trokaðir burtur av manngjørdum skilviti.”
 

......

 


FAKTA: Tær fýra ídnaðarkollveltingarnar

 

1. ídnaðakollveltingin fór fram í tíðarskeiðinum frá umleið 1760 til 1820-40, har stórar broytingar fóru fram innan landbúnað, hópframleiðslu, námsvinnu og flutning. Hendan kollveltingin broytti í fyrstu atløgu vesturlendska samfelagið avgerandi og seinni allan heimin, tí næstan alt í dagligdegnum sum fráleið á ein ella annan hátt varð ávirkað.

 

2. ídnaðarkollveltingin, sum byrjaði umleið 1850, var eitt framhald av teirri fyrstu, har tøknilig og búskaparlig frambrot tóku dik á seg við menningini av dampmaksinuni til skip og tok, og seinni í 1.800 talinum við bensinmotorum og eltøkni. Tær báðar fyrstu ídnaðarkollveltingarnar skaptu í øllum vesturheiminum vøkstur, ríkidømi og hópflyting av fólki frá landi til bý.

 

3.ídnaðarkollveltingin er tann, sum vit nú standa í, har talgilding og robottar hava stóra ávirkan á veitingarketuna. Ikki einans í sambandi við kunningartøkni og vitan, ið skapar betri grundarlag fyri at taka avgerðir, men eisini tí, at allir framleiðsluhættir verða broyttir. Meðan málið við teimum báðum fyrstu ídnaðarkollveltingunum tók støði í mongdarframleiðslu, er hetta ikki longur neyðugt. Ein avleiðing av triðju ídnaðarkollveltingini er, at talið av arbeiðsfólki í framleiðsluliðunum framhaldandi minkar, meðan sjálv framleiðslan hækkar.

 

4. ídnaðarkollveltingin, ið vit standa á gáttini til ella lutvíst longu er yvir okkum, er týdningamiklari og meira víðfevnd enn nakað annað, sum menniskjan higartil hevur upplivað. Hendan kollveltingini snýr seg ikki um eina ávísa tøkni, men um nógvar ymsar tøknir, sum sameina tær fysisku, talgildu og lívrunnu verðirnar við eitt nú manngjørdum skilviti (kunstig intelligens), 3D-prenting, DNA-sekvensering og berbara tøkni, ið verður innbygd í klæðir og dimsar av ymsum slagi. Hvat hetta fer at ber í sær, eru tað nógvar ymsar meiningar um. Eingin ósemja tykist tó vera um, at samfelagsligu broytingarnar fara at vera ómetaliga stórar.

 


« Aftur
Næsta