mánadagur 24. juni 2019
Fakfelagsstríð og nýggjar barrikadur
Fakfelagsstríð og nýggjar barrikadur

01. mai 2019 - kl. 15:00


1.maidagsrøða hjá Súna Selfoss, formanni í Starvsmannafelagnum á Vaglinum seinnapartin

 

Tað er ein grundleggjandi misskiljing, at fakfeløg ikki hava nakað at stríðast fyri longur, tí at stættarstríðið av avblást. Avbjóðingin hjá fakfelagsrørsluni hevur tvørturímóti ongantíð verið størri enn nú, tí at arbeiðsmarknaðurin er og fer at vera meira óútrokniligur og ótryggur enn hann hevur verið leingi.

 

Hetta varð boðskapurin hjá Súna Selfoss, í røðu á Váglinum í dag, 1. mei.

 

Prekariatið ger innrás

Eitt nýtt hugtak, prekariatið, hevur av álvara gjørt innrás á arbeiðsmarknaðinum í vesturheiminum. Nýggju dagleigararnir, verða tey rópt. Fólk í ótryggum og tíðaravmarkaður størvum, har rætturin til løn undir sjúku, barsilsrættindi og rætturin til eftirløn avgjørt ikki eru nøkur sjálvfylgja.

 

Fólk, sum liva í støðugari óvissu um framtíðina og av náði frá sínum arbeiðsgevarum. Og tí aftra seg við at gera síni rættindi galdandi sum starvsfólk.

 

Ongantíð meira enn nú er tørvur á, at fólk skipa seg í felag og at fakfeløgini brynja seg at taka ímóti nýggjum avbjóðingum á einum arbeiðsmarknaði í stórari broyting.

 

Tær gomlu stríðsbarrikadurnar eru ikki burtur. Tær eru bara fluttar, og fakfeløgini hava fingið og fara at fáa nýggja stíðsmót, nýggjar frontar, at stríðast á.

 

Lesið 1. meidagsrøðuna hjá Súna Selfoss her.

 

 

 

 

 

 

 

 


« Aftur
Næsta