mánadagur 24. juni 2019
Fakfeløgini vilja hava tingið saman
Fakfeløgini vilja hava tingið saman

11. mai 2019 - kl. 16:00


Tíðindaskriv:

 

Tey bæði fakfelagssamtøkini á føroyska arbeiðsmarknaðinum, Fakfelagssamstarvið og Samtak, heita á floksformennirnar um at virka fyri, at løgtingið verður kallað saman aftur sum skjótast at viðgera og samtykkja lógaruppskotið móti mismuni á arbeiðsmarknaðinum.

 

“Føroyar eru einasta Norðanlandið, sum ikki hevur eina lóg móti diskriminatión á arbeiðsmarknaðinum. Tað er ikki virðiligt og kann á ongan hátt verjast ella góðtakast, at Føroyar framhaldandi verða verandi eftirbátur, tá ið umræður grundleggjandi løntakararættindi og -verju. Hesin skeivleiki má rættast, siga fakfeløgini í skrivi til floksformennirnar í dag. (les skrivið her)

 

Lógaruppskotið móti mismuni á arbeiðsmarknaðinum var eitt av uppskotunum, sum fall fyri tíðarfreistini, nú løgtingið fór í summarfrí. Nú heita tey bæði fakfelagssamtøkini á floksformennirnar um at gera sítt til, at tingið verður kallað saman aftur at viðgera uppskotið.

 

Feløgini vísa á, at hettar er triðju ferð, at slíkt uppskot er fyri á løgtingið seinastu tvey árini. Tað kann als ikki góðtakast at eitt uppskot, sum er so væl gjøgnumarbeitt og so týdningarmikið fyri føroyska løntakaran, enn einaferð standar í politisku skipanini, tí hettar hevur einki við partapolitikk at gera, siga tey bæði fakfelagssamtøkini, sum umboða stóran part av føroysku løntakarunum.

 

“Vit fara tí staðiliga at heita á tykkum sum formenn fyri politisku flokkarnar um at virka fyri, at føroyski løntakarin ikki einaferð enn verður settur í bíðistøðu, men at lógin móti mismuni á føroyska arbeiðsmarknaðinum hesaferð kann verða samtykt” siga feløgini í áheitan síni til floksformennirnar.

 

Vinarliga

 

Fakfelagssamstarvið og Samtak


« Aftur
Næsta