leygardagur 17. august 2019
Broytingar uttan um starvsfólk dømdar at miseydnast
Broytingar uttan um starvsfólk dømdar at miseydnast

03. juni 2019 - kl. 10:00


TEMA UM SAMSTARV: Tekur leiðslan ikki starvsfólkini við í tilgongdina at fremja størri broytingar á einum arbeiðsplássi, eru sannlíkindi fyri, at tær fara eydnast, ikki til staðar. Hetta var høvuðsniðurstøðan hjá danska leiðsluráðgevanum og rithøvundanum, Bo Vestergaard, sum helt fyrilestur á einum temadegi í Smæruni mikudagin, har umleið 130 álitisfólk, stovnsleiðarar og onnur áhugaði luttóku.

Kári Mikkelsen, journalistur

At gera størri broytingar á einum arbeiðsplássi er sjáldan nøkur løtt uppgáva hjá eini virkis- ella stovnsleiðslu. Eitt er tó longu givið frammanundan, at tekur leiðslan ikki starvsfólkini við tíðliga í tilgongdini, eru broytingar í flestu førum dømdar at miseydnast.

So avgjørdur er danski leiðsluráðgevin og rithøvudurin, Bo Vestergaard, sum vitjaði í Føroyum um dagarnar í sambandi við, at Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið skipaðu fyri temadegi undir heitinum “Tak starvsfólkini við í broytingum”.

Temadagurin var í Smæruni í seinasta mikudag, har umleið 130 fólk tóku lut: álitisfólk, stovnsleiðarar og nevndarlimir í Starvsmannafelagnum. Temadagurin var avtalaður í sáttmálasamráðingunum í 2017, við tí endamáli at varpa ljós á týdningin av, at starvsfólkini eru við í ráðleggingini, tá broytingar verða gjørdar á almennum arbeiðsplássum

Eftir at Súni Selfoss, formaður í Starsmannafelagnum, og Jan Mortensen, stjóri á Lønardeildini, høvdu bjóðað vælkomin og greitt frá endamálinum við temdegnum, fekk Bo Vestergaard orðið.

Starvsfólkini eru lykilin
Bo Vestergaard endurgevur royndir, sum vísa, at tá starvsfólkini verða tikin við í broytingarnar á einum arbeiðsplássi, verður úrslitið meira enn tvífalt so gott, sum tá tey verða hildin uttanfyri. Lutfallið, har starvsfókini ikki verða tikin við, liggur niðri á 3:10, meðan tað fer heilt upp á 8:10, tá tey eru virkin partur av tilgongdini. Sí myndina omanfyri

Ástøði og praktiskar royndir vísa, at útgangsstøðið hjá leiðsluni hevur avgerandi ávirkan á, hvørja støðu starvsfólkini taka, tá tilgongdir um broyingar verða settar í verk. Tá leiðslan kunnar um karmar og kósina fyri ætlaðu broytingunum og tekur starvsfólkini við í tilgongdina, skapar hetta álit á leiðsluna, á sjálva avgerðina og á strategiina fyri ætlaðu broytingunum. Úrslitið er, at starvsfólkini taka virknan lut í at menna og royndini at finna nýggjar loysnir, sum broytingarnar leggja upp til.


Greið mál og mið eru fortreytin fyri, at samstarvið millum leiðslu og starvsfólk kann vera effektivt og miðvíst, tá broytingar skulu fremjast. Tí skal leiðan fyrst áseta nakrar yvirskipaðar karmar, tað er ´vilkårsrummet´. Innan hetta er so eitt ´mulighedsrum´, har møguleiki er fyri íkasti frá álitisfólkum og starvsfólkum.

 

Solospæl er sjálvmál
Tá leiðslan ella ein leiðari hinvegin bert er í sjálvdrátti ella er afturlatin í sambandi við ætlaðu broytingarnar, elvir hetta til misálit á bæði leiðsluna, á avgerðina um at fremja broytingar og á sjálva strategiina fyri broytingunum. Úrslitið skapar antin líkasælu millum stavsfólkini ella beinleiðis mótstøðu móti at fremja nakra broyting.

Bo Vestergaard vísti á tríggjar ymiskar tilgongdir, ið hann setti litirnar reytt, gult og grønt á. Støður, sum í størri ella minni mun kunnu skapa antin mótstøðu, líkasælu ella virkisfýsni millum starvsfólkini.
 

Reyði liturin lýsir støðuna, har leiðarin sjálvur útarbeiðir og setir í verk sína egnu loysn uttan at spyrja nakran. Guli liturin lýsir støðuna, tá leiðarin kemur við loysnini og biður starvsfólkini viðmerkja og góðkenna innihaldið. Í triðja førinum, ið er tann grøna og mest tiltalandi tilgongdin, biður leiðarin starvsfólkini sjálvi menna loysnir, sum síðani gerast grundarlagið undir, hvør loysn verður sett í verk.
 

- Tað er eingin ivi um, at úrslitið av teimum broytingum, har leiðslan ikki hevur tikið starvsfólkini við upp á ráð, eru meira ella minni dømdar at miseydnast. Hetta finnast óteljandi dømir uppá. Hinvegin tá starvsfólkini eru við í allari tilgongdini, eru størstu sannlíkindi fyri, at broytingarnar í ógvuliga stóran fara at hepnast, eftir at tær eru settar í verk, sigur Bo Vestergaard.

 

 

Tíðarætlan og debriefing
Danski leiðsluráðgevin legði eisini dent á týdningin av at áseta neyvar tíðarfreistir í sambandi við eina broytingartilgongd, so hon ikki steðgar upp ella verður skúgvað til viks. Somuleiðis er tað av alstórum týdningi at avtala og halda stuttar fundir um sínamillum kunning og at gera samandráttir og niðurstøður av gongdini.

Eftir fyrilesturin hjá Bo Vestergaard var pallborðorðaskifti, har tríggir leiðarar og trý starvsfólk tóku lut. Vit fara at endurgeva partar av orðaskiftinum í eini seinni grein.

 

Frá vinstru: Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum og almennur arbeiðsgevari, Anna Johannesen, skrivari í Starvsmannafelagnum, og Jan Mortensen, stjóri á Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum. 

 

Fakta: Um Bo Vestergaard

Danski leiðsluráðgevin hevur fingist nógv við kanna og stuðla undir, tá størri broytingar skulu fremjast á arbeiðsplássum, og heldur árliga umleið 60 fyrilestrar um hetta evnið.

Burtur úr hesum er komin bókin “Fair proces” við undirheitinum “Fra upopulære forandringer til medarbejdere der udvikler løsninger.” Bókin, ið viðger praktiskt ástøði, vann prísin “Academy of Management 2012”, og partar av innihaldinum eru endurgivnir í viðurkenda Harvard Business Review.

“Fair proces” er ein skipað og praktisk tilgongd, sum kann tryggja, at avgerðir verða tiknar og settar í verk, samstundis sum starvsfólkini eru við í broytingunum.
 


« Aftur
Næsta