mánadagur 21. oktober 2019
Seta løntakaran á breddan í valstríðnum
Seta løntakaran á breddan í valstríðnum

19. juni 2019 - kl. 16:00


 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Starvsmannafelagið: Í Føroyum eru útvið 30.000 fólk, sum hava tað í felag, at tey eru løntakarar. Hesi fólk velja allar politiskar flokkar, men tey hava øll felags áhuga í, at tey sum løntakarar hava so góð kor sum tilber.

Sum fakfelag hjá umleið 2.000 løntakarum í almenna sektorinum og almennum partafeløgum setir Starvsmannafelagið tískil aftur í ár fokus á nøkur mál, sum hava týdning fyri føroyska løntakaran. Fyrstu ferð hetta varð gjørt var til løgtingsvalið 2015.

 

6 kjarnumál
Endamálið er, at varpa ljós á 6 kjarnumál, sum tey umleið 100 álitisfólkini í Starvsmannafelagnum – saman við nevnd felagsins – hava kosið sær, og gjørt síni tilmæli um.

Við løntakaranum í huga mæla álitisfólkini og nevndin í Starvsmannafelagnum til at

• stytta arbeiðsvikuna við lóg niður í 37 tímar

• fáa greiðari mørk millum arbeiðstíð og frítíð

• skipa viðurskiftini betri fyri fólk, sum arbeiða niðursetta tíð

• skipa viðurskiftini betri fyri starvsfólk í tíðaravmarkaðum størvum

• fáa politisku skipanina at raðfesta førleikamenning og vaksnamannaútbúgving hægri, og at játta peningin, ið krevst til hetta endamál

• fáa politisku skipanina at raðfesta og játta pening at útvega og almannakunngerða dagførdar upplýsingar og greiningar um arbeiðsmarknað og løntakarakor.

Umframt at varpa ljós á mál, sum hava týdning fyri limirnar og lønatakararnar sum heild, eru politisku flokkarnir, sum stilla upp til løgtingsvalið, slopnir at siga sína hugsan um tey 6 kjarnumálini. Støða teirra til kjarnumálini sæst at lesa í blaðnum.

Serblaðið kemur í morginKjarnumálini hjá Starvsmannafelagnum verður almannakunngjørt í einum serblaði, sum liggur inni í Sosialinum, ið verður borin út í hvørt hús í landinum í morgin. Í blaðnum eru eisini yrkisgreinar um tey 6 kjarnumálini, sum Regin Berg, samfelagsfrøðingur hevur skrivað.

Umframt serblaðið ætlar Starvsmannafelagið at varpa ljós á tey 6 løntakaramálini í greinum og sjónbandainnsløgum. Saman við øðrum fakfeløgum er eisini ætlanin at skipa fyri almennum kjakfundum um arbeiðsmarknað og løntakaramál, tá ið valið fer at nærkast.

Starvsmannafelagið er partapolitiskt óheft, og hettar er eitt partapolitisk óheft tiltak.  Starvsmannafelagið er altíð í parti við øllum sínum limum og hevur skyldu at virka fyri at teir fáa so góð kor sum tilber. Hetta gera vit við samráðingar og hettar gera vit við at arbeiða fyri áhugamálum limanna í rúminum, har politisku avgerðina verða tiknar.

 

Sí allar viðmerkingar frá flokkunum undir Tema og Kjarnumál 2019

Sí video, har Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum, greiðir frá teimum 6 kjarnumálunum HER.


« Aftur
Næsta