mánadagur 21. oktober 2019
Proformahoyring á Umhvørvisstovuni
Proformahoyring á Umhvørvisstovuni

21. juni 2019 - kl. 14:00


Hóast Heilsu- og Innlendismálaráðið longu fyri einum ári síðani minti á starvsfólkapolitik landsins, vóru starvsfólkini kortini lopin um í tilgongdini. Eisini broytti stjórin bygnaðin áðrenn aðalráðið hevði staðfest broytingina, samstundis sum ivi er um keyp av serfrøðini. Aftursvar til úttalilsi hjá Petur Nielsen, stjóra á Umhvørvisstovuni í Degi&Viku hóskvøldið.

Tilgongdin í sambandi við ætlanina at leggja tvær deildir á Umhvørvisstovuni, Tinglýsingardeildina og Matrikkuldeildina, saman, er eitt skúladømi um hvussu bygnaðarbroytingar ikki eiga at vera gjørdar.

 

Flestu sáttmálar á almenna arbeiðsmarknaðinum, eisini teir hjá Starvsmannafelagnum, hava ásetingar um, at álitisfólkini ella samstarvsnevndirnar skulu takast við í ráðleggingina, tá ið bygnaðarbroytingar verða framdar. Tað sama sigur starvsfólkapolitikkur landsins. Reglurnar siga, at

 

  • starvsfólkini skulu takast við í ráðleggingina
  • tað skal vera gjørt í góðari tíð
  • starvsfólkini skulu hoyrast og hava møguleika at gera tilmæli, eisini ávegis
  • vera við til at fremja broytingarnar

 

Samstarvsskyldan brotin

Talan er um eina sínámillum samstarvsskyldu á arbeiðsplássinum, sum langt síðani er blivin partur av sáttmálunum og hoyrir øllum nútímans arbeiðsplássum til. Men hettar hevur stjórin á Umvørvisstovuni ikki tikið í serliga stórum álvara.

 

Seinast í mai mánað fingu álitisfólkini í samstarvanevndini á Umhvørvisstovuni at vita, at leiðslan ætlaði at leggja tvær deildir saman. Hettar kom sum ljós av klárum himli, tí eingin hevði hoyrt um hettar fyrr. Á tveimum fundum, 21. mai og 23. mai, vóru álitisfólkini kunnað um samanleggingina.

 

Hettar var eitt stórmál fyri starvsfólkini, og høvdu tey, sum vera man nógvar spurningar og viðmerkingar, sum tey vildu sleppa at viðgerða neyvari. Men har var einki at gera. Longu 27 mai. – t.v.s. einans 6 dagar eftir, at samstarvsnevndin hevði hoyrt um málið fyrstu ferð – kunnaði stjórin á Umhvørvisstovuni starvsfólkini um, at avgerðin um samanlegging var tikin. Punktum. Finale.

 

Álitisfólkaskipanin fekk onga ávirkan á hettar yvirhøvur. Talan var bara um reina kunning.

 

Aðalráðið ávaraði umhvørvisstovuna

Hetta er at halda starvsfólkini og sáttmálapartin fyri spott.

 

Og ikki bert tey. Skjølini í málinum vísa nevniliga, at Heilsu- og Innlendismálaráðið longu fyri einum ári síðani legði Umhvørvisstovuni eina við at geva sær góða tíð við møguligum komandi bygnaðarbroytingum og at ganga eftir starvsfólkapolitikki landsins, so at hettar ikki kemur óvart á og at tað verður gjørt, so stovnurin ikki fer at missa starvsfólk.

 

Sostatt ávaraði aðalaráðið beinleiðis Umhvørvisstovuna móti júst tí, sum nú er hent.

 

Proformahoyring

Hettar er tað slagið av proformahoyring, sum eisini greitt varð ávarað í móti, tá ið Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið skipaðu fyri temafundi í Smæruni 29. mai. Ein fundur, har stjórin á Umhvørvisstovuni eisini var við.

 

Á fundinum var full semja millum landsins stovnleiðslur og álitisfólkini um, at starvsfólkini skulu – gjøgnum álitisfólkaskipan og samstarvsnevndir – hava veruliga medávirkan, og at hettar skal takast í størsta álvara.

 

Temadagurin varð avtalaður í sáttmálasemjuni í 2017. Tað hendir eftir, at kanningar hjá Starvsmannafelagnum høvdu víst, at álitisfólkini – í stríð við sáttmálan – ofta verða lopin um, og at tey bert vera kunnaði um broytingar; ikki tikin í ráðleggingina og fáa góða tíð til hoyringina.

 

Hettar kann sjálvandi ikki góðtakast.

 

Starvsmannafelagið hevur tí mótvegis sáttmálaparti sínum Fíggjarmálaráðnum kravt, at bygnaðarbroytingin á Umhvørvisstovuni gongur umaftur. Sáttmálin skal virðast. Annars mugu onnur stig takst.

 

Onnur ivamál

Almenna innlitið, sum Starvsmannafelagið hevur fingið í málið vísir, at tað eru ikki bert starvsfólk og álitisfólk, sum eru ørkymað av gongdini. Og at sáttmáli og starvsfólkapolitikkur, helst ikki eru tær einastu reglurnar, sum eru brotin í hesum máli.

 

Eisini í Heilsu- og Innlendismálráðnum eru tey ørkymlaði. Skjølini vísa nevniliga, at tá ið stjóri á Umhvørvistovuni á fundi 27. mai boðaði starvsfólkunum frá avgerðini, at tær báðar deildirnar vóru lagdar saman, hevði aðalráðið enn ikki staðfest broytingina; soleiðis sum reglurnar annars krevja. Skjølini vísa, at leiðslan á stovninum hevur havt miklan skund í mai við at gjøgnumføra broytingarnar. Kanska fyrst og fremst tí at ein deildarleiðari skuldi sigast úr starvi.

 

Starvsmannafelagið hevur tí eisini vent sær til Heilsu- og Innlendismálaráðið og spurt um ráðið hevur góðkent samanleggingina av Matrikkul og Tinglýsing.

 

Eisini vísa skjølini, at Heilsu- og Innlendismálaráðið ivast í, um Umhvørvisstovan hevur hildið reglur um keyp av vørum og tænastunum og reglur um útbjóðing í sambandi við bygnaðarbroytingina. Aðalráðið bað um um eina nærri frágreiðing frá stovninum um hettar.

 

Samumtikið

Samanumtikið vísir hettar málið at leiðslan á Umhvørvisstovuni hevur skrumlað málið ígjøgnum og hevur kveistra grundleggjandi sáttmálaásett starvfólkisættindi til viks.

 

Sleppur Umhvørvisstovan at halda við tilgongindini sum einki, kann tað samanberast við, at loyva fólki at byggja uttan byggiloyvi, har myndugleikin sigur: Far bara í gongd og bygg, hugsa ikki um loyvi. Húsini verða ikki tikin niður aftur kortini. Tak bara kjansin.

 

Hettar kann ikki góðtakst. Tí setur Starvsmannafelagið sítt álit á, at landsstýrisfólkini, sum vara av málsøkjunum, taka ábyrgd og fáa málið um bygnaðarbroytingina á Umhørvisstovuni á beint.

 

Tað hava starvsfólkini, vit, sum í sáttmálum hava bundið okkum til samstarvsskyldu og vit øll, krav um.

 

Súni Selfoss, formaður
Starvsmannafelagið


« Aftur
Næsta