týsdagur 17. september 2019
Kanning: Rumenar á loftinum
Kanning: Rumenar á loftinum

06. august 2019 - kl. 12:00


ARBEIÐSMARKNAÐUR: Frá søgum til dokumentatión. 13 fakfeløg hava tikið stig til at gera kanning, sum lýsir í hvønn mun lønardumping og óskipað viðurskifti eru ein trupulleiki á føroyska arbeiðsmarknaðinum.

Úr innganginum til kanningina:
"Vit kenna tær øll. Søgurnar um lønardumping og óskipaða arbeiðsmarknaðin.

Tú møtti honum kanska eina náttina á veg heim. Útbúnað handverkaranum úr eysturevropa, sum grátkomin greiddi frá strævnum 12 tíma arbeiðsdøgum. Við lítlari ella ongari eykasamsýning fyri úrtíð, og eini tímaløn langt undir henni hjá einum føroyskum handverkara.

Ella tak ferðavinnuna. Hotell og matstovur, har tíðindi ganga um Michelin-stjørnur og virðislønir og boðað verður frá hundraðtals nýggjum arbeiðsplássum komandi árini. Vit eru glað og stolt, ja, men tað hoyrist okkurt graml. Um kokkar, tænarar og vaskikonur, har tað als ikki altíð er nøkur sjálvfylgja, at arbeiðsgevarin heldur sáttmálan ella feriulógina, og har mannarætturin at skipa seg í fakfelag kann fáa avleiðingar. Sum mamman hjá eini gentu, ið starvast á eini matstovu í Havn, segði á Facebook: Fer eitt starvsfólk í eitt fakfelag, so verða vaktirnar kubbaðar niður (...).

Í fiskivinnuni fáa nøvn sum Anita og Lafayette okkum at hugsa um reiðarí, sum leggja sektin á sáttmálar. Og lýsingarnar frá manningarfeløgunum um mynstringarbann minna á, at tað eru sáttmálaviðurskifti, sum ikki eru í lagi.

Úr flutningvinnuni hoyrast søgur um kvinnur og menn, sum fáa ólíka løn fyri at koyra lastbil, og um útlendingar, sum arbeiða 16 tímar út í eitt og sova í lastbilinum um náttina.

Soleiðis kundu vit hildið áfram. Men hetta eru í stóran mun søgur og gitingar.

Søgurnar kunnu vera meira og minni sannar. Tær geva okkum tó eina ábending um, at vit í Føroyum kunnu hava nakrar av somu trupulleikunum við óskipaðum viðurskiftum á arbeiðsmarknaðinum, sum vit ofta frætta um úr øðrum londum.

Sum umboð fyri útvið 14.000 limir, arbeiðstakarar á føroyska arbeiðsmarknaðinum, kenna vit 13 fakfeløg tað, sum okkara felags ábyrgd at eftirkanna, um søgurnar og uppáhaldini hava nakað hald í veruleikanum. Tí hava fakfeløgini tikið lógvatak og sett sær fyri at fáa kannað, í hvønn mun lønardumping og óskipað viðurskifti eru ein trupulleiki á føroyska arbeiðsmarknaðinum.

Høvuðsendamálið er at savna vitanina, sum feløgini hvør í sínum lagi liggja inni við og eftirkanna søgurnar. Skjalprógva støðuna. Vit vilja vita hvat, ið vendir upp og hvat, ið vendir niður. Heldur enn gita.”

Les alt úrslitið av kanningini, sum Liljan Weihe hevur gjørt, á hesi leinkju:
/Filer/starvsmannafelag/Annað/Rumenar á loftinum.pdf


« Aftur
Næsta