hósdagur 21. november 2019
Politiskur pallborðsfundur um arbeiðsmarknaðarmál
Politiskur pallborðsfundur um arbeiðsmarknaðarmál

23. august 2019 - kl. 11:00


 

 

 

 

 

 

 

 

Leygardagin 24. august klokkan 15 skipar Starvsmannafelagið fyri pallborðskjaki í Smæruni, har vit hava bjóðað umboðum fyri politisku flokkarnar at kjakast um arbeiðsmarknaðarmál.
Kom og hoyr, hvat teir politisku flokkarnir millum annað halda um óskipaða arbeiðsmarknaðin, partíðarsett størv og tíðaravmarkaði størv.

Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin, har høvi eisini verður at seta spurningar til politisku umboðini. Kjakið verður stroymað á facebooksíðuni hjá Starvsmannafelagnum. Kári Mikkelsen verður orðstýrari.

Kaffi, té og okkurt gott verður at fáa undir tiltakinum.


« Aftur
Næsta