hósdagur 21. november 2019
Sjúka av vánaligum arbeiðsumhvørvi kann viðurkennast sum arbeiðsskaði
Sjúka av vánaligum arbeiðsumhvørvi kann viðurkennast sum arbeiðsskaði

31. oktober 2019 - kl. 15:00


ENDURGJALD: Hóast nógv skal til, so kann sjúka elvd av vánaligur sálarligum arbeiðsumhvørvi verða viðurkend sum vinnusjúka við rætti til endurgjald. Síðani nýggja lógin kom, sum gav hesi rættindi, hava verið um 10 mál av hesum slagi og hevur ein persónur fingið endurgjald. Formaðurin í Vanlukkutryggingarráðnum heldur, at meira ljós má varpast á hendan møguleikan


Kári Mikkelsen, journalistur  
 

Strongd er um at gerast heimins størsta fólkasjúka. Alt fleiri fleiri fólk knógva ikki undir arbeiðsbyrðuni, og seinastu árini er alt størri fokus sett á trivaðin og sálarliga arbeiðsumhvørvið á okkara arbeiðsplássum.

 

Ein spurningurin í hesum sambandi er í hvønn mun starvsfólk hava rætt til endurgjald, tá ið tey gerast sjúk og tað kann ávísast at vánaligt sálarligt arbeiðsumhvørvi er atvoldin.

 

Í mong ár hevur borið til at fingið endurgjald fyri varandi, kropsligan arbeiðsskaða, men ikki fyrr enn frá 2010 hevur borið til at fingið endurgjald fyri varandi arbeiðsskaða, har orsøkin er vánaligt sálarligt arbeiðsumhvørvi – ein sonevnd vinnusjúka.

 

Strong krøv
Tað skulu tó rættiliga ítøkilig prógv førast fyri, at arbeiðsskaðin er íkomin orsakað av vánaligum sálarligum arbeiðsumhvørvi. Eitt nú er tunglyndi í sjálvum sær ikki nóg mikið til at fáa viðurkent hetta sum varandi arbeiðsskaða ella vinnusjúku. Tað skal meira til enn tað. Eitt nú skulu orsøkirnar vera høg sálarlig krøv, lítil ella eingin stuðul á arbeiðplássinum, trong evstamørk og høgt arbeiðstrýst. Talan kann eisini vera um ógvuliga stórt sálarligt trýst frá sera krevjandi brúkarum og hartil vantandi stuðul frá leiðsluni á einum arbeiðsplássi.
 

Í Føroyum er tað Føroya Vanlukkutryggingarráð, sum viðger mál av slíkum slagi. Áðrenn eitt mál kann verða viðgjørt har, skal ein læknafaklig meting gerast, sum Pál Weihe, serlækni innan arbeiðsmedisin og samfelagsmedisin, vanliga tekur sær av at gera.
 

- Vanliga er tað soleiðis, at ein sjúklingur kemur til mín, sum er ávístur av einum kommunulækna. Eg taki mær síðani av neyvt at skriva niður frásøgnina, sum sjúklingurin kemur við. Tað er ikki mín uppgáva at fara út at kanna viðurskiftini á arbeiðsplássinum, men um eg meti tilburðin so mikið álvarsligan, boði eg Arbeiðseftirlitinum frá, sum tekur sær av at gera víðari kanningar í málinum mótvegis arbeiðsplássinum. Eg taki mær síðani víðari av at gera eina serlæknameting av sjúklinginum. Um eg meti málið nóg álvarsligt, sendi eg tað víðari til Føroya Vanlukkutryggingarráð at viðgera. Hetta við atliti til at fáa møguligt endurgjald fyri tað, sum viðkomandi hevur verið fyri á arbeiðsplássinum, sigur Pál Weihe.

 

Øll mál viðgjørd í Danmark
Tilburðirnir kunnu vera ymiskir, men oftani er tað soleiðis, at sjúklingurin hevur upplivað ágang á arbeiðsplássinum, sum kann hava elvt til posttraumatiska strongd. At viðkomandi hevur kent seg baktalaðan, útifrystan ella á onkran hátt miskrediteraðan, vísir serlæknin á.
 

- Talið er ikki stórt, hóast talið av tilburðum er vaksandi. Ein viðvirkandi orsøk er ivaleyst, at størri ljós er varpað á hendan trupulleikan, síðani nýggja lógin kom í gildi í 2010, sigur Pál Weihe.
 

Føroya Vanlukkutryggingarráð, sum viðger mál av slíkum slagi, er staðsett hjá sorinskrivaranum í Føroyum. Formaður í ráðnum er Henrik Møller, dómari og sorinskrivari. Tá Vanlukkutryggingarráðið fær fyrilagt eitt slíkt mál, er uppgávan hjá ráðnum at fáa allar viðkomandi upplýsingar til vega, og síðani verður málið sent til Danmarkar til læknafakliga viðgerð.
 

- Hetta er eitt lítið og rættiliga serstakt øki, ið krevur eina læknafakliga servitan, sum vit ikki hava í Føroyum. Tí senda vit øll mál til Danmarkar, har tað sita fólk við bæði royndum og røttu fakligu førleikunum at viðgera slík mál. Føroyska lógin er ein umseting frá teirri donsku, so eingin munur er á hjá donsku serfrøðingunum at viðgera eitt føroyskt mál samanborið við eitt danskt. Eitt mál, sum hevði verið viðurkent í Danmark, verður tí eisini viðurkent hjá okkum, tí eingin munur er á tí føroysku lógini í mun til ta donsku, sigur Henrik Møller.
 

Hann vísir á, at tað er trupult at fáa staðfest sálarligar trupulleikar sum arbeiðsskaða ella vinnusjúku, tí tað mugu ikki fyriliggja onnur viðurskifti, sum onkursvegna kunnu vera orsøkin til sálarligu sjúkuna. Eitt nú um tað finst sálarsjúka í familjuni, fer hetta altíð at viga tyngri sum orsøk til sjúkuna, enn at seta tað í samband við vánaligt sálarligt arbeiðsumhvørvi og staðfesta tað sum orsøk.
 

- Tað ber til at fáa staðfest, at ein vinnusjúku er íkomin orsakað av vánaligum sálarligum arbeiðsumhvørvi, sum endurgjald kann fáast fyri, men tað er rættiliga torført. Síðani lógin kom í gildi í 2010 hava vit viðgjørt umleið 10 mál. Bert í tí eina førinum er sjúkan beinleiðis sett í samband við vánaligt sálarligt arbeiðsumhvørvi og hevur givið rætt til endurgjald, sigur Henrik Møller.

 

Gott við øktari kunning
Sorinskrivan heldur, at tað átti at verið upplagt hjá fakfeløgunum at sett størri fokus á hetta økið, tí kunningin um hesar møguleikarnar hjá løntakarum, sum hóast alt eru tilstaðar, hvat viðvíkur vánaligum sálarligum arbeiðsumhvørvi, hevur verið og er framvegis rættiliga avmarkað.
 

Pál Weihe heldur, at tað átti at verið lættari at fráboða arbeiðsskaðar av slíkum slagi og vísir til eina skipan, sum grønlendska “Center for Arbejdsskader” bjóðar. Har ber til at fráboða møguligar arbeiðsskaðar elektroniskt umvegis heimasíðuna hjá grønlendska arbeiðseftirlitinum.
 

Henrik Møller sigur, at hetta ber til í Grønlandi, tí skipanin hjá teimum beinleiðis er partur av teirri donsku skipanini, ið gevur hendan møguleikan. Tað hevði sjálvandi verið ynskiligt eisini at fingið eina slíka skipan í í Føroyum, men enn hevur ikki orka verið til at gera hetta, staðfestir sorinskrivarin.


Fakta

Treytirnar fyri, at eitt mál um strongd og sálarliga sjúku skal kunna leggjast fyri Føroya Vanlukkutryggingarráð, eru hesar:


1. Læknaliga staðfest tunglyndi.
2. Ávirkan orsakað av høgum, sálarligum krøvum og lítil og eingin sosialur stuðul. Eitt nú áhaldandi og ógvuliga trong evstamørk og høgt arbeiðstrýst. Í øðrum lagi eitt ógvuliga stórt sálarligt trýst frá sera krevjandi brúkarum, innisitandi ella avvarðandi, ella í stóran mun vantandi stuðul frá leiðsluni.
3. Viðkomandi ávirkan, ið stórtsæð er har allatíðina og heldur fram í mánaðir.
4. Ongar aðrar greiðar privatar orsøkir eru til, at sjúkan tekur seg upp.
 

Føroyska lógin er meinlík teirri donsku, tá ræður um vánaligt arbeiðsumhvørvi sum orsøk til varandi arbeiðsskaða, og sum kann vera torført at fáa viðurkenning fyri. Les vegleiðandi prinsippavgerð hjá danska kærustýrinum á hesi leinkju:

 

https://www.retsinformation.dk/Forms/R0710.aspx?id=153640

 

Vegleiðandi upplýsingar hjá danska vinnusjúkuráðnum um strongd og strongdarávirkan í sambandi við arbeiðsumhvørvi kunnu takast niður á hesi leinkju:

 

https://aes.dk/da/Om%20Arbejdsmarkedets%20Erhvervssikring/Erhvervssygdomsudvalget/Nyt-fra-Erhvervs-sygdomsudvalget-2010.aspx#3


« Aftur
Næsta