
07. november 2020 - kl. 16:00
Starvsmannafelagið hevur í dag sent Fíggjarmálaráðnum hesa fráboðan um samhugaverkfall:
Samhugaverkfall við Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Vísandi til stk. 2 í ”Avtalu við fráboðanarform og fráboðanarfreist undan arbeiðssteðgi millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið”.
Starvsmannafelagið skal við hesum boða frá, at felagið lýsir samhugaverkfall á sáttmálaøkinum millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið frá týsmorgun 10. november 2020 kl. 07:00 til mikumorgun 11. november 2020 kl. 07:00.
Samhugaverkfallið umfatar limir felagsins, sum eru umfataðir av sáttmálanum millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið - eisini limir okkara, sum starvast hjá Føroya Løgtingi, Løgtingsins umboðsmanni og Landsgrannskoðanini.
Undantikin frá samhugaverkfallinum eru vaktsentralarnir á sjúkrahúsunum, bráfeingistúrar við sjúkrabili, strandferðsluskipini, Kringvarpið og koronatoymi hjá Heisufrøðiligu Starvstovuni.
Tórshavn tann 7. november 2020
Starvsmannafelagið
Súni Selfoss, formaður
« Aftur