.
Starvsmannafelagið fer í samhugaverkfall
Starvsmannafelagið fer í samhugaverkfall

07. november 2020 - kl. 16:00


Starvsmannafelagið hevur í dag sent Fíggjarmálaráðnum hesa fráboðan um samhugaverkfall:

 

Samhugaverkfall við Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

 

Vísandi til stk. 2 í ”Avtalu við fráboðanarform og fráboðanarfreist undan arbeiðssteðgi millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið”.

 

Starvsmannafelagið skal við hesum boða frá, at felagið lýsir samhugaverkfall á sáttmálaøkinum millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið frá týsmorgun 10. november 2020 kl. 07:00 til mikumorgun 11. november 2020 kl. 07:00.

 

 

Samhugaverkfallið umfatar limir felagsins, sum eru umfataðir av sáttmálanum millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið - eisini limir okkara, sum starvast hjá Føroya  Løgtingi, Løgtingsins umboðsmanni og Landsgrannskoðanini.

 

 

Undantikin frá samhugaverkfallinum eru vaktsentralarnir á sjúkrahúsunum, bráfeingistúrar við sjúkrabili, strandferðsluskipini, Kringvarpið og koronatoymi hjá Heisufrøðiligu Starvstovuni.

 

 

 

Tórshavn tann 7. november 2020

 

Starvsmannafelagið

 

Súni Selfoss, formaður

 


« Aftur
Næsta