.
LÍV brúkar nú Samleikan
LÍV brúkar nú Samleikan

18. desember 2020 - kl. 10:00


TÆNASTA: Limir í Starvsmannafelagnum hava sína pensjóns- og tryggingarviðurskifti í LÍV, sum er fyrsti tænastuveitari, ið fær Samleikan uttan fyrst at hava MínLykil. Kundar hjá LÍV kunnu nú brúka sín talgilda samleika og rita inn á Mítt LÍV umvegis nýggju heimasíðuna hjá LÍV.

LÍV er størsti eftirlønarveitari á føroyska marknaðinum og hevur fleiri enn 26.000 tryggingar. Felagið umsitur stóran part av uppsparingini hjá føroyska arbeiðsmarknaðinum og skal tryggja lívskorini hjá meirilutanum av føroyingum á ellisárum.

- LÍV vil veita eina góða tænastu til fakfeløg, vinnufyritøkur og einstaklingar. Viðskiftafólkini hjá LÍV kunnu nú brúka somu talgildu atgongd, sum tey brúka í øðrum sambandi. Við Samleikanum verður ritað inn trygt og einfalt, samstundis sum Samleikin tryggjar, at tað bert er rætti viðkomandi, sum fær atgongd til upplýsingarnar, verður sagt í tíðindaskrivi frá LÍV dagfest 17. desember 2020.

Víst verður á, at Samleikin hevur stóran týdning fyri virksemi hjá LÍV, sum hevur LÍV stuðlað verkætlanini hjá Talgildu Føroyar frá byrjan.

- LÍV hevur verið ein aktivur viðleikari í tilgongdini hjá Talgildu Føroyum, og gleðast vit um, at vit eru fyrsti tænastuveitari, sum kann bjóða kundum okkara hendan møguleika, sigur Jan Jakobsen, stjóri á LÍV.

LÍV hevur eisini fyrireikað seg á aðrar mátar at gerast meira talgild. Ein partur av fyrireikingini til hesa tilgongd hevur verið, at LÍV hevur gjørt nýggja heimasíðu, og skjótt verður nýggj KT skipan og nýggjur kundaportalur tikin í nýtslu, sum ger tað smidligari at veita kundunum eina góða tænastu.

Limir í Starvsmannafelagnum hava síni pensjóns- og tryggingarviðurskifti í LÍV, sum nú sostatt hava lættari atgongd til at fylgja við í hesum viðurskiftum.

Omanfyri 7.000 føroyingar brúka longu Samleikan. Meira kann lesast um Samleikan á www.samleikin.fo.

Vitja heimasíðuna hjá LÍV á www.liv.fo.

Soleiðis fært tú Samleikan:
https://player.vimeo.com/video/423514777

Soleiðis ritar tú inn við appini:
https://player.vimeo.com/video/423506888


« Aftur
Næsta