mikudagur 25. november 2020
Mæla frá at leingja korona-skipanina í ALS
Mæla frá at leingja korona-skipanina í ALS

19. juni 2020 - kl. 15:00


31 fakfeløg í Fakfelagsráðnum hava sent vinnunevnd Løgtingsins skriv, har mælt verður frá at leingja koronaskipanina hjá ALS.

 

Av tí, at skotbráið var ov stutt at møta til hoyringar, sendu fakfeløgini Vinnunevndini skriv við viðmerkingum til málið.

 

Fakfelagsráðið sigur, at feløgini eru á einum máli við ALS-stýrið um, at skipanin ikki eigur at halda fram eftir 30. juni 2020. Ráðið heldur eisini, at um so er, at tørvur er á framhaldandi stuðli av hesum slag eftir 30. juni, so eigur skipanin at vera nógv øðrvísi.

 

Sagt verður, at núverandi skipan eftir § 14a í ALS-lógini, er ein stuðul til arbeiðstakarar, men í praksis eru tað arbeiðsgevararnir, sum biðja um stuðulin, tá teir senda fólk heim, og arbeiðstakarin skal einki gera.

 

Fakfelagsráðið heldur, at skal ein skipan vera, so skal hon broytast til at vera stuðul til arbeiðsgevarar, so arbeiðstakarin heldur fram í sínari starvssetan við vanligari løn, men at arbeiðsgevarin við einari refusiónsskipan fær útgoldið stuðulin. Ráðið heldur eisini, at hetta ikki skal fíggjast gjøgnum ALS, men skal vera ein landkassafíggjað skipan, sum landið sjálvt umsitir.

 

Tey 31 feløgini handan skrivið eru:

Starvsmannafelagið, Føroya Arbeiðarafelag, Ljósmøðrafelag Føroya, Heilsurøktarafelagið, Ergoterapeutfelagið, Heilsuhjálparafelag Føroya, Kost og Føðslufelagið, Føroya Handverkarafelag, Musikklærarafelag Føroya, Bioanalytikarafelagið, Føroya Pedagogfelag, Føroya Lærarafelag, YF Miðnám, Fysioterapeutfelag Føroya, Havnar Handverkarafelag, Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, S&K Felagið, Felagið Radiografar í Føroyum, Havnar Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Maskinmeistarafelagið, Akademikarafelag Føroya, Landsfelag Handverkaranna, Klaksvíkar Arbeiðmannafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, Samtak, Føroya Tekniska Lærarafelag, Yngri Læknar Føroyar, Flogskiparafelag Føroya, Súlan 

 


« Aftur