mikudagur 25. november 2020
Biograf í feriuni
Biograf í feriuni

21. juli 2020 - kl. 15:00


Hesa vikuna gongur danski filmurin ”Undtagelsen” í Havnar Bio.

 

Filmurin er ein ræðandi lýsing av vaksnamannahapping á einum arbeiðsplássi, og er tískil eisini sera viðkomandi fyri limir okkara í Starvsmannafelagnum.

 

Filmurin byggir á víðagitnu skaldsøguna ”Undtagelsen” eftir Christian Jungersen og snýr seg um fýra kvinnur á einum arbeiðsplássi og stjóra teirra, meistarliga spældur av føroyska Olaf Johannessen. Um, hvussu sjúk mentan og ósunt umhvørvi kann fáa sjálvt hin besta at fremja óndskap.

 

Filmurin verður sýndur hvørt kvøld í vikuni, og síðsta sýning verður sunnukvøldið 26. Juli 2020.


« Aftur