
Kjarnumál hjá Starvsmannafelagnum í valárinum 2019
Starvsmannafelagið hevur avgjørt aftur at varpa ljós á løntakaran og arbeiðsmarknaðin nú løgtingsval er í hondum. Felagið hevur kjósað sær 6 kjarnumál hesuferð, sum felagið vónar at flokkarnir fara at taka til sín og vit vóna fara at síggjast aftur í komandi valstríðnum
Tað eru álitisfólkini og nevndin í Starvsmannafelagnum, sum hava valt kjarnumálini, sum felagið síðani hevur lagt fyri teir sjey flokkarnar, sum eru umboðaðir í løgtinginum, at taka støðu til.
6 kjarnumál
Verkætlanin – lýsingin av kjarnumálunum, støða felagsins og brot úr grundgevingunum frá flokkunum – eru almannakunngjørd í einum serblað í Sosialinum, sum kom í hvør hús í landinum 19. juni.
Lesið serblaðið um Kjarnumálini.
Politisku flokkarnir vóru bidnir um at taka støðu til kjarnumálini út frá trimum svarmøguleikunum, sum eru at lesa í yvirlitum, ið er knýtt at hvørjum einstøkum av kjarnumálunum. Allir flokkar, uttan Fólkaflokkurin, tóku støðu til svarmøguleikarnar, sum síggjast í yvirlitinum.
Lesið viðmerkingarnar
Harumframt fingu flokkarnir høvi í stuttum at grundgeva nærri fyri síni støðu til kjarnumálini.
Vistrumegin á síðuni kanst tú lesa skrivligu viðmerkingarnar í fullari longd, sum flokkarnir hava sent Starvsmannafelagnum til tey 6 kjarnumálini.
Starvsmannafelagið ynskir øllum sínum limum og føroyingum annars eitt gott løgtingsval.